Panna cotta við rabarbu og søl

Tilfar
Panna cotta:
3 límbløð (husblas)
1 vaniljustong
6 desilitrar av róma
75 gram av sukri
1 teskeið av søl (Ocean Palm)
Rabarbugelé:
2 límbløð
3 desilitrar av rabarbusaft
Mannagongd
Panna cotta:
Legg límbløðini í kalt vatn í 15 min.
Skava kornini úr vaniljustongini
Blanda kornini við eitt sindur av sukri
Lat vanilju- og sukurblandingina í eina grýtu saman við tómu vaniljustongini, róma, restini av sukrinum og sølinum.
Kóka upp og tak av hitanum.
Lat kólna eitt sindur og rør límbløðini í løgin.
Stoyt panna cotta í gløs
Set gløsini kalt í minsta lagi 2 tímar
Rabarbugelé:
Legg límbløðini í kalt vatn í 15 minuttir
Rør límbløðini í heita rabarbusaft
Set rabarbusaftina í stovuhita at kólnað til hon er lunkað
Stoyt lunkaðu saftin spakuliga útyvir panna cotta – umleið 5 súpuskeiðir av saft fara til hvørt glas
Stroyð eitt sindur av søl oman á saftina
Set gløsini í køliskápi í nakrir tímar áðrenn borðreitt verður
Anna Mortensen, Café MorMor, hevur ment uppskriftina
Rætturin var partur av matskránni til tiltakið, Frá sjógvi til borðs, á Café MorMor 26/02-21.