Rognapostei a la Dania

Tilfar til 12 verðir
500 g av rogni
1 lítið blikk av morlaðum tomatum
1 neva av kapers
Sitrónsaft
Salt
Pipar
Tabasco
Siroppur
1 stóran leyk
Smør
Mannagongd
Sker leykin smátt
Steik leykin á pannu við ríkiligt av smøri
Vend leyk, rogn, morlaðar tomatir og kapers í eina hvirlu.
Lat hvirluna koyra til posteiin er jøvn!
Smakka til við sitrón, salti, pipari, tabasco og møguliga siroppi!
Sker rugbreyðflísarnar í helvt – frá einum horni til annað, so flísarnar verða trýkantaðar.
Pensla rugbreyðsflísarnar við olivenolju
Legg rugbreyðsflísarnar á ein rist at seta í ovnin
Rista flísarnar eina løtu í ovninum ( 200 hitastig )
Breið eitt sindur av grønum yvir rugbreyðsflísarnar.
Legg eina súpuskeið av rognapostei á tað grøna
Prýð rættin við kapers
Anna Mortensen, Café MorMor, hevur ment uppskriftina