Tarabreyð

Tilfar
1/4 pakka av ger
6 desilitrar av lunkaðum vatni
1 teskeið av salti
1 teskeið av sukri
2 súpuskeiðir av tang ( Ocean Wings )
700 gram av hveitimjøli
Omaná:
Svartar oliven uttan stein
Flakasalt
Tang ( Ocean Wings )
Olivenolja
Mannagongd
Nýt rørimaskinu ella elt við hond (deiggið er nokkso vátt).
Upploys gerið í vatni
Lat restina av tilfarinum í
Lat ganga í ½ tíma
Tendra ovnin á 200 stig
Hell deiggið út á eina bakiplátu og slætta við einum spartli
Sker oliven í helvt og legg omaná deiggið
Lat ganga í ½ tíma,
Stroy tang ( Ocean Wings ) og flakasalt á deiggið
Stoyt gott við olivenolju á deiggið
Baka umleið 20 min
Anna Mortensen, Café MorMor, hevur ment uppskriftina
Rætturin var partur av matskránni til tiltakið, Frá sjógvi til borðs, á Café MorMor 26/02-21. Sí frásøgn