Rista rugbreyð við stoktum rogni

Tilfar
1 kg av kókaðum toskarogni, ið eru kølnaði.
Rugbreyðsflísar, ið eru skornar tunt
Salat ella urtir, t.d. rukola
Olivenolja
Smør
Heimagjørd remuláta:
3 súpuskeiðir av góðari majonesu
1 súpuskeið av súrróma 38%
1 súpuskei av smáttskornum súrmeti (kapers, cornichoner, gularøtur, purleyk, esdragon)
1 tsk av fíntskornum leyki
1 tsk av grovum sinnoppi
1 súpusk av citrónsaft
salt
pipar
sukur
Mannagongd
Byrja við remulátuni.
Lat mayonaise, súrróma, súrmeti, leyk, sinnop og sitrónsaft í eina skál.
Rør tilfarið saman.
Smakka til við salti, pipari og møguliga sukri og meira sitrón.
Set remulátuna í køliskápið.
Lat rogni úr hinnuni.
Sker rogni í flísar.
Sker rugbreyðflísarnar í helvt – frá einum horni til eitt annað, so at tú fær flísarnar verða tríkantaðar.
Pensla rugbreyðsflísarnar við olivenolju.
Legg rugbreyðsflísarnar á eina rist at seta í ovnin.
Rista rugbreyðsflísarnar eina løtu í ovninum (200 hitastig).
Vend rognaflísarnar í smøri á pannuni.
Nú er klárt at borðreiða.
Breið eitt sindur av grønum yvir rugbreyðflísarnar.
Legg rognaflísar omaná tað grøna og síðani nakrar súpuskeiðir av remulátu omaná rogni.
Legg eina skivu av sitrón við hvørja rugbreyðsflís
Anna Mortensen, Café MorMor, hevur ment uppskriftina
Rætturin var partur av matskránni til tiltakið, Frá sjógvi til borðs, á Café MorMor 26/02-21. Sí frásøgn