fo en

Matkovin Ívf

Matkovin.fo verður rikin av felagnum, Matkovin Ívf, ið hevur bústað á Tvøroyri. Felagið varð sett á stovn 18. Juni í 2019, á altjóða ST-degnum fyri burðadygga gastronomi.

Endamál felagsins er at veita tænastur, samskipan og ráðgeving, um burðadygga matmentan, umframt annað virksemi í hesum sambandi.”

Undirritaða, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, eigur og rekur Matkovan. Eg er útbúgvin fólkalívsfrøðingur við serøki um mat, umhvørvi og visuelt samskifti, og í 2021 varð eg liðug við landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Seinastu árini havi eg verið partur av ymiskum verkætlanum um føroyskan og norðurlendskan mat – saman við Útoyggjafelagnum, Slow Food og øðrum lokalum aktørum. Í hesum sambandi havi eg samstarva við ymiskir matframleiðarir, ið hava kunnað meg um viðurskifti, ið eru til ampa fyri teirra virksemi, m.a.: Órættvís kapping við innfluttar vørur, ov lágur søluprísur, vantandi almenn kunning um framleiðaran og vantandi politiskur áhugi at stimbra framleiðsluna av føroyskum mati.

Føroyska matvinnan kann mennast og stimbrast á ymiskan hátt. Nógvar eru loysnirnar. Sjálv havi eg saknað ein portal, ið miðsavnar kunning um føroyskar matframleiðarar og tær nærvørur, ið verða seldar kring landið. Tískil havi eg tikið stig til at menna ein tílíkan portal, Matkovin.fo.

Matkovin er ikki ein liðug verkætlan, tí nýtt tilfar verður lagt út so hvørt, og nýggjar tænastur verða mentar. Góð ráð, viðmæli og viðmerkingar eru tí sera kærkomin. Tit kunnu senda mær eini boð á hey@matkovin.fo.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.