Frá sjógvi til borðs
Fríggjakvøldið 26. februar skipaðu vit fyri tiltakinum, Frá sjógvi til borðs, á Café Mormor á Tvøroyri.
Endamálið við tiltakinum var at varpa ljós á stuttfluttan sjómat og sambandið við matframleiðarar í nærsamfelagnum.
Lokalu eldsálirnar, Agnes Mols Mortensen og Ragnar Groth Mortensen, greiddu frá arbeiðslívi, rávørum og staðbundnari sølu.
Borðreitt varð við ymiskum rættum:
1. Ristað rugbreyð við stoktum rogni
6. Ovnbakað longa við grønmeti og tarakrydd
7. Empanadas við brosmu og grønmeti
8. Pannacotta við rabarbugelé og turkaðum tara
Hesi veittu okkum stuttfluttu rávørurnar:
Fiskur og rogn frá Ra-Fish
Tari frá TARI – Faroe Seaweed
Grønmeti frá Miðstovugarður, Uttastovugarðurin v/ Ottar Hentze og Uppistovu á Trøllanesi.