Kálrót stokt í ovni

Tilfar til 4 verðar
1 stór kálrót
Olivenolja
Salt
Pipar
Persilla ella onnur kryddurt
Mannagong
Hita ovnin til 220 hitastig
Flys kálrótina við einum knívi, og sker burtur ovara og niðara partin av kálrótini
Sker rótina í skivur, sum eru uml 1 cm tjúkkar, og síðani í bitar
Vend kálrótabitarnar við olivenolju í einum bolla
Breið bitarnar á bakiplátu við bakipappíri og krydda við salti og pipari
Steik í ovninum í uml. 40 min, og minst til at venda bitarnar av og á, so at teir fáa javnan lit
Tá bitarnir hava fingið góðan lit, er klárt at eta
Prýð steiktu kálrótina við smátt skornari persillu, og borðreið við t.d. heimagjørdari majonesu.