Kokada

Tilfar
350 g av hýsu ella øðrum hvítum fiski
4 lime
3 várleykir
1 reyðleykur
3 tomatir
1 kili
½ pott av persillu
2 dl av kokosmjólk
salt
Mannagongd
Sker flakið í lítlir fýrakantar
Kroyst lime
Lat fiskin hvíla í limevætuni í køliskápi í 7-8 tímar.
Rør bert eina ferð!
Sker várleykin og reyðleykin smátt.
Tak vátu miðjuna úr tomatini og sker restina av tomatini smátt.
Sker kili og persillu smátt.
Stoyt limevætuna frá fiskinum, og blanda fiskin saman við grønmetinum.
Stoyt kokosmjólk í fatið.
Smakka til við salti.
Anna Mortensen, Café MorMor, hevur ment uppskriftina
Rætturin var partur av matskránni til tiltakið, Frá sjógvi til borðs, á Café MorMor 26/02-21. Sí frásøgn